Tær vandamestu kromsambindingarnar verða kallaðar hexavalentar kromsambindingar. Tær eru krabbameinselvandi og elva til ovurviðkvæmi, og eru sera eitrandi fyri lívið í vatni. Summar kromsambindingar kunnu eisini gera mein á ílegur og skaða førleikan hjá fólki at fáa børn.
Kromsambindingar hava verið nógv brúktar til rotverju og at verja móti rusti. Nú ber til at fáa rotvardan við, sum ikki er viðgjørdur við kromi. Kromverður eisini brúkt sum litevni og rustverja í máling. Krom verður nýtt til at skapa eina blanka yvirflatu á metallutum og til framleiðslu av grønlittum glasi.
Í Norðurlondum er nú bannað at nýta arsen og krom í nýggjum trýstviðgjørdum viði, men krom fer framhaldandi at seta úr gomlum CCA-viðgjørdum viði, sum framvegis er í nýtslu.
Gev gætur: CCA-viðgjørdur viður er eisini flokkaður sum serliga dálkandi burturkast, og skal tí latast inn til at tyrva. CCA-rotviðgjørdur viður skal ikki brennast á báli ella eldstaði, tí tað elvir til sera eitrandi royk, dust og øsku.
Tær flestu vørurnar, sum innihalda krom, hava ikki vørulýsing. Um vøran hevur vørulýsing, kanst tú halda eyguni við:
Dikromtrioxid
Kromtrioxid
Blysulfokromatgul (C.I.Pigment Yellow 34)
Blysulfomolybdatkromat (C.I.Pigment Red 104)
Natriumdikromat
Strontiumkromat
Bariumkromat
Vit tú vita meira? Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo |
|